Gjørdu vart við sína ónøgd við Kristin Michelsen

– Sjálvur sigur Kristin Michelsen, at hann vildi ikki bróta gamla siðvenju

– Hetta er brot á gamla siðvenju.

Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri, segði, at tað er orsøkin til at hann ikki vildi ganga nýggja meirilutanum í Tvøroyrar Býráð, á møti.

 

Eftir kommunuvalið skipaðu teir tríggir býráðslimirnir hjá Kommunulistanum, sum er listin hjá Kristini Michelsen, og Anita Viberg, sum varð vald á Borgaralistanum, frá, at tey skipaðu meiriluta, uttan um Javnaðarflokkin.

Tað eru sjey limir í Tvøroyrar býráð, so fýra býráðslimir eru nóg mikið til at skipa nýggjan meiriluta.

 

Men í fjør boðaði Kristina Roest, sum eisini varð vald á Kommunulistanum hjá Kristini Michelsen, frá, at hon tók seg úr samstarvinum, tí hon vildi ikki leggja navn til førda politikkin politikkin, uttan tó at koma inn á nøkur ávís viðurskifti.

 

Og í gjár boðaðu teir tríggir býráðslimirnir fyri Javnaðarflokkin í Tvøroyrar býráð, Bjarni Hammer, Bogi Johannesen og Súsanna Bertholdsen, frá, at tey eru farin í valbólk við Kristinu Roest um at skipa ein nýggjan meiriluta.

 

Og soleiðis fekk Javnaðarflokkurin aftur telvað seg fram til meirilutan í Tvøroyrar Býráð, sum hann annars hevur sitið trygt á til kommunuvalið í 2016, tá ið hann misti hann.

 

Nýggi meirilutin vil eisini hava, at allar nevndir verða valdar av nýggjum, so at nýggi meirilutin eisini fær meirilutin, og formansskapin, í nevndunum, uttan í Fíggjarnevndini, har tað er fast, at borgarstjórin er formaður.

 

Ætlanin var at fáa tað avgreitt á býráðsfundi í dag, men Kristin Michelsen vildi ikki seta tað á skrá. Og tað vístu býráðslimirnir í nýggja meirilutanum sína ónøgd við og tey kravdu at fáa ført í gerðabókina hjá býráðnum, at tey vóru ónøgd við framferðina hjá borgarstjóranum, tí tey høvdu boðað frá málinum við nóg góðari freist eftir forskriftunum.

 

Kristin Michelsen vildi hinvegin eisini hava ført í gerðabókina, at hann vísir ikki málið frá sær, men hann heldur ikki, at tað er hóskandi at tað kemur á mál á hesum fundinum.

 

Hann sigur, at hesin seinasti býráðsfundurin í árinum er eitt sindur serligur, og tað hava ongantíð verið stórmál til viðgerar á hesum fundinum. Hann heldur eisini, at tað tað vildi verið órímiligt at kravt at umsitingin skuldi fáa eyka arbeiði í jólafrítíðini av hesum málinum.

 

Á býráðsfundinum í dag vóru vóru bara nakrar eykajáttanir á skrá, har smærri upphæddir eru fluttar ímillum tey ymsu málsøkini fyri at fáa alt at ganga upp, og so varð ásett, nær býráðsfundir skulu vera næsta ár. Og Kristin Michelsen sigur, at siðvenja hevur verið, at hetta eru einastu mál, sum eru til viðgerar á seinasta fundinum í árinum.

 

Hann sigur eisini, at hetta er eitt mál, sum als ikki hevur skund, og at tað verður á skrá á fyrsta fundi í tí nýggja árinum og hann verður í januar.