– Tað var ræðuliga tungt í byrjanini, men vit funnu spælið aftur ímóti endanum. Vit gjørdu tað strævið fyri okkum sjálvar, men vit vistu, at vit kundu spæla betur og at vit eisini kundu koma afturíaftur. Vit vildu vinna og tað gjørdu vit eisini.
Tað segði Annika á Stongum, liðskipari hjá SÍ, eftir at drúgvi fimmsettarin ímóti Mjølnir var av.
– Hetta var dysturin, vit hava bíðað eftir leingi, og tað var deiligt at fáa mótstøðu. Nú vita vit, at tað eru onkur lið, sum vilja berjast fyri at vinna á okkum, og Mjølnir spældi veruliga væl í dag.
Annika segði seg vænta, at tað verður Mjølnir, ið kemur at geva SÍ harðastu mótstøðuna víðari í kappingini, og hon helt, at tað væl kundi hugsast, at tað júst verða SÍ og Mjølnir, sum í vár skulu spæla FM-finalurnar, tá kappingin er komin so langt.