Gjørdu sær dælt av bumbunum í London

Stóru bretsku fyritøkurnar BP og Vodafone keyptu egin partabrøv fyri milliardir, tá bumburnar fingu virðið at fella.

Business

Leiðslan á børsinum í London umhugsaði at steðga øllum handli við partabrøvum aftan á bumbubrestirnar seinasta hósdag, men gjørdi kortini av at lata standa til. Bumburnar fingu virðið at fella, og tað gjørdu oljufelagið BP og telefonfelagið Vodafone sær dælt av við at keypa egin partabrøv fyri lutfalsliga lítlan penga. Eitt nú keypti BP tvær ferðir so nógv egin partabrøv seinasta hósdag sum allan tann seinasta mánaðin frammanundan.
Danska blaðið Børsen skrivar, at framferðin hjá BP og Vodafone hevur fingið fólk at spyrja, hvar markið ímillum etikk, moral og ísakalda kapitalismu er.
Tá USA bleiv álopið tann 11. september í 2001 bleiv børsurin í London stongdur, men tað bleiv so ikki gjørt hesaferð.