Ítriv
Uppundir jól er ikki óvanligt, at eisini børnini í skúlum og barnagørðum fyrireika seg til høgtíðina við ymsum at klippa, mála, pynta og evna til.
Tað hava tey eisini gjørt í barnagarðinum Eikilund í Vági, men har hava børnini havt eitt heldur óvanligt ítriv uppundir jól.
Nú ein dagin uppundir jól høvdu børnini í Eikilund ein dag, har tey stoyttu kertuljós. Talan var um smá, reyð kertuljós. Eisini stoyttu tey smá trýarmað kongaljós, sum eru serlig eru ætlað at tendra á trettanda.
Í norðanlondum hava tey stoytt kertu síðani í 18 øld. Tað gamla var, at hvørt ár eftir slaktið, høvdu bøndurnir ein dag til at stoyta kertu. Hetta var konufólkaarbeiði og tær brúktu seyðatálg til at stoyta kertu.
Tað var ógvuliga umráðandi at verða glaður meðan ljósini vóru stoytt. Helst skuldu tey syngja í kertustoyting, tí tá blivu ljósini vøkur og brunnu friðaliga.
Ljós kundu sum kunnugt boða frá ringum, tá tey brenna ófriðaliga og neisti kemur frá.
Kertuljós, ella stearinljós, eru vanliga gjørd úr stearini og paraffini. Tveir partar av paraffini ganga til ein part av stearini.
Í Norðanlondum var eisini siðvenja at tendra serlig ljós trettandakvøld. Hetta vóru ljós við trimum ørmum, ofta kallað eitt kongaljós. Á norðurlendskum verður trettanda nevndur de helligetrekongersdag.
Ljós hava sjálvandi eisini verðið stoytt í Føroyum. Og júst úr Vági er sagt, at Bassin, sum hann vanliga varð nevndur, stoytti ljós eftir kríggið, sum Meinigheitshúsið og onnur, fingu.
Tey, sum hava alnet, kunnu vitja heimasíðuna hjá Elini Lindenskov, býráðslimi í Havn, tí har hevur hon eina leiðbeining í at stoyta ljós. Heimasíðan er á: www.lindenskov.com










