Gjørdu sín egna listan

Sandvík er eitt av teimum smærru valstøðunum í landinum. Men tað forðar teimum ikki í at hava áhuga fyri politikki.

Sandvík er í Hvalbiar Kommunu. Og sandvíkingar vóru ikki minst spentir uppá valið í gjár, tí hesuferð hava teir gjørt sín egna lista til bygdaráðið. Tey vónaðu at fáa eitt umboð í bygdaráðið, helst nú tað skulu veljast sjey fólk í bygdaráðið, afturímóti teimum fimm, sum hava sitið. Sandvíkingar halda, at tað er ov lítið hent í bygdini og tí halda tey, at tað er neyðugt, at fáa eina rødd í bygdaráðið at tala teirra søk.

Annars vórðu tveir aðrir sandvíkingar uppstillaðir, men tað var á øðrum listum. Tilsamans vóru fýra listar at velja ímillum.

Í Sandvík høvdu 88 fólk valrætt hesuferð og miðdegi í gjár høvdu longu 26 fólk valt.

Hetta er nógv størri valluttøka enn í Hvalba, sum er hitt valstaðið í kommununi. Í Hvalba høvdu 469 fólk valrætt hesuferð, men tað høvdu bara 30 fólk valt á miðdegi í gjár.

Sandvík er annars ein av teimum fáu smá bygdunum, sum kunnu vísa á ein fólkavøkstri, tí tá ið kommunuval var seinast, høvdu 85 fólkvalrætt. Í 1996 høvdu 28 fólk valt á miðdegi.