Fótbóltur
Dimmið var við at seta seg yvir vøllin, og meðan viðhaldsfólkini hjá EB/Streymi tustu inn á vøllin, kundu teir hjá Skála bara staðfesta, at heldur ikki hetta var teirra dagur. Og heldur ikki varð árið teirra, nú teir longu seinasta umfar máttu staðfesta, at teir mugu tungu gongdina niður í aðru deild. Bara trý ár eftir, at teir høvdu vónað, at sigurssangurin hjá Freddie Mercury kuni ljóma yvir vøllin á Mýruhjalla. Tað gjørdi hann so týsdagin, men tað var ikki fyri Skála, at tónarnir ljómaður.
Eftir dystin tosaðu vit við Jónhard Frederiksberg, og hann kundi ikki staðfesta annað, enn at løtan var góð hjá EB/Streymi.
- Hetta er jú ikki heilt tað sama, men hetta er sjálvandi øgiliga stuttligt hjá teimum. Vit vóru annars øgiliga uppsettir til dystin í dag, har vit vildu gera okkara í seinasta heimadystinum, soleiðis at FM-spurningurin kundi útsetast til seinasta umfarið. Men teir spældu væl í dag, og teir vunnu okkum 3-1, so tað fáa vit ikki gjørt so nógv við. Ikki annað enn at ynskja teimum tillukku, segði Jónhard.
Hvussu verður á Skála komandi ár, veit Jónhard ikki at siga.
- Tað veit eg ikki. Nú ræður fyrst og fremst um at fáa hetta árið afturum, og so má tíðin vísa, hvat skal henda næsta ár, sigur Jónhard Frederiksberg.