Gjørdu møguliga ov skjótt av

Á býráðsfundum hevur verið umrøtt at keypa økið aftur, og gera tað aftur til eitt fríøki, sigur Heðin Mortensen

Formaðurin í byggi- og býarsamskipanarnevndini í Tórshavnar Býráð, Heðin Mortensen, sigur, at hann er fullgreiður yvir, at grannarnir við Egholmstrøð hava víst sína ónøgd við møguliga bygging á vakra økinum við R. C Effersøesgøtu.
Málið hevur eisini verið umrøtt á býraðsfundi fleiri ferðir, og nakrar býráðslimir hava sett spurnartekin við, um býráðið ikki gjørdi iv skjótt av, tá øki varð lýst til sølu. Spurdur um hví økið av skuldi seljast, svarar Heðin Mortensen, at tað hevur verið eitt politiskt semju um, at Tórshavnar Býráð ikki skal eiga ov nógv privat ognir, og tí varð økið selt.
Men kortini tykjast fleiri býráðspolitikkarar hava fingið kaldar føtur, og tað ásannar Heðin Mortensen eisini.
? Fleiri av býráðspolitikkarunum ynskja, at býráðið keypir økið aftur, og gevur økinum tann heiður, tað hevur uppiborið. Tosa hevur verið um at friða tað, og fríðka um økið aftur, tí tað er ikki vakurt at líða í dag, og tað átti at verið gjørt nakað við, sigur Heðin Mortensen at enda.

Formaður í byggi- og samskipanarnevndini í Tórshavnar Býráð, Heðin Mortensen, sigur at fleiri býráðslimir seta nú spurnartekin við, um tað var so klókt at selja økið við R.C Effersøesgøtu av fyrstani tíð.