Kriminalpolitiið fann í gjár eina teldu heima hjá einum manni. Teldan var stolin. Handilin Elding í Havn meldaði ein stuldur til politiið. Stolin var ein telda, sum kostaði næstan 20.200 krónur.
Vakmyndatólið í handlinum vísti, at ein maður var farin við telduni, og tað eydnaðist kriminalpolitinum at finna fram til mannin.
Í gjár varð húsarannsókn gjørd heima hjá manninum, har var teldan, og maðurin viðgekk.









