Gjørdu eina serliga innflúgving

Flogmanningin umborð á einum Norwegian flogfari gjørdi eina heldur annarleiðis innflúgving til Arlanda flogvøllin í Stokkholm herfyri. Í øllum førum var tað alt annað enn ein vanlig mynd, sum sást aftur á radaranum.

Ein mynd, sum heimasíðan flightradar24.com hevur lagt út á almennu vangamyndina á Twitter, vísir, hvussu flogfari fleyg úr Keypmannahavn til Stokkholm.

Sambært heimasíðuni hjá flightradar24.com var talan um Norwegian-flight DY3194, sum gjørdi serligu innflúgvingina mikudagin.

Svenska tíðindastovan Nyheter24 hevur spurt kunningarleiðaran í Norwegian Lasse Sandaker-Nielsen um málið, men hann kann ikki siga nakað um innflúgvingina mikudagin, av tí at flogfelagið ikki goymir upplýsingar um positiónirnar hjá flogførunum serliga leingi.

Myndin vísir, hvussu flogfarið fleyg uppi yvir Stokkholm.