Hondbóltur
Við trivaliga sigrinum í Vági hevði Stjørnan skapt sær best hugsandi útgangsstøðið undan seinnu hálvfinaluni móti VB.
Og hóast VB royndi at stríðast móti ómøguligheitini, so hevði Stjørnan heldur ikki teir heilt stóru trupulleikarnar at halda fast um samlaða sigurin í uppgerðini.
VB var væl við í dystinum fram til seinastu 10 minuttirnar. Men havandi tey seks málini frá fyrra dystinum í huga, so strongdi hetta ongan tíð spælararnar hjá Stjørnuni, sum fyri tað allar mesta kendu seg púrasta vísar í finaluplássinum.
Og við at taka sær av liðnum, sum hevur argað mest seinastu tvey árini, er Stjørnan eisini risa-favorittur til steypafinaluna, sum hesa ferð verður móti Kyndli. Tí er heldur einki at ivast í, at ætlandi verður 9. februar dagurin, tá tær taka fyrsta stigið móti at endurvinna greipuna, sum felagið vann sær í fjør.
Fakta um dystin
Stjørnan-VB 25-21 (11-11)
Stjørnan víðari við samanlagt 53-43
10 min: 4-3
20 min: 7-7
40 min: 17-15
50 min: 19-18
Málskjúttar
Stjørnan: Simona Petersen 9, Bára Skaale Klakstein 4, Durita Christophersen 4, Una Olsen 4, Anna Kristina Samson 3, Durita Ljósstein 1
VB: Daiva Toumaite 9(3), Laila Jespersen 6, Gurið Mortensen 3, Bára Mortensen 1, Svava Vestergaard 1, Miriam Michelsen 1
Brotskøst: VB 5
Útvísingar: Stjørnan 1, VB 1
Dómarar: Andreas F. Hansen & Eyðun Samuelsen