Hóast Bent Djurhuus var væl nøgdur um, at hann og StÍF høvdu fingið tvey stig við sær norður úr Havnini, so ásannaði hann, at avrikið fyri tað nógva ikki var meira enn næstbesta.
- Eg haldi nú ikki, at hatta var nakar góður dystur, og sum so hevði eg roknað við, at Kyndil var betri fyri, nú teir hava vunnið tvær ferðir á rað. Serliga í fyrra hálvleiki spæla vit beinleiðis illa, men hóast hetta er munurin ongan tíð størri enn trý mál. Og tað sigur væl nakað um, at teirra spæl heldur ikki gekk eftir vild.
Tit koma tó fyri tykkum, og hava eitt skifti trygga leiðslu. Hvat hendir, tá tit missa hesa?
- Tað vísir seg, sum skal tað gerast spennandi hjá okkum. Í veruleikanum er dysturin jú lukkaður, tá vit gagnnýta, at teir eru tveir í undirtali, og tað fær okkum kanska at slappa av. Í øllum førum fáa teir tvey skjót kontra, og so eru teir brádliga við, men tíbetur megnaði Jakob so at senda handan seinasta bóltin inn. Tað gav okkum stigini, og tað var tað týdningarmesta í dag.
- Stigini gera so, at vit hanga í VÍF í oddinum, og longu um tvær vikur skulu vit aftur spæla móti Kyndli. Ta ferðina í steypakappingini. So mugu vit hyggja, um tað eru nøkur mistøk, sum vit kunnu rætta nakað upp til tann dystin, sigur Bent flennandi.