Gjørdist alt ov drúgt

ÍSF-forsetin harmast, at setanin gjørdist alt ov drúgv. Nakað sum gjørdist keðiligt fyri bæði luttakarar og fyriskiparar

Ein løta, sum øll gleddu seg til, fekk ein keðiligan dám, tá fyrireikararnir ikki høvdu nóg gott skil á, hvussu langt tiltakið skuldi verða.

Fyrr um dagin høvdu ÍSF umboðini annars fingið at vita, at talan ikki skuldi verða um meira enn knappar tveir tímar. Men soleiðis bleiv ikki, og tað harmast ÍSF-forsetin um.

- Tað gekk striltið, longu tá londini komu inn. Vit hoyrdu ikki nógv av føroysku umrøðuni, tí tá stóðu vit langt afturi í røðini.

- Vit komu tó inn at enda í hesi flottu arenuni, og so gleddist tú sjálvandi um, at nú skuldi løtan verða, tá alt verður samansjóvað. Ferðaleiðarin hjá okkum hevði eisini greitt frá, at okkurt mentanarligt skuldi vera á skránni, og tað gleddu vit okkum til.

- Flott var tað eisini. Eitt mentanarligt meistaraverk, satt at siga. Men tað var tó alt ov drúgt til eina slíka setan. Var talan um stóra mentanarhending, so var tað helst í fínasta slag, men tað tóktist mær, sum varð ítróttin í hesum førinum sett í aðru røð. At tað so eisini gekk fyri seg á forngrikskum gjørdi tað bara verri, tí hvørki vit ella tey lokalu skiltu nakað sum helst, sigur Heðin Mortensen.


Vildu ikki rýma

So hvørt, sum tað stóð greitt, at talan skuldi verða um langt kvøld, byrjaðu bæði áskoðarar og ítróttafólk at rýma av staðnum, men føroysku íðkararnir vildu tó ikki fara.

- Har kom bara einki. Fleiri av londunum byrjaðu eisini at fara avstað, men høfligir, sum vit føroyingar aloftast eru, so vildu vit ikki rýma. So vit sótu til seinasta mann, men at enda máttu vit fara. Vit høvdu jú kappingar longu morgunin eftir, og vit kundu ikki bjóða okkara ítróttafólki, at tey skuldu ígongd útlúgvað mánamorgunin. So at enda fóru vit, og hóast tað var langt at ganga til bussin, so vóru røðurnar ikki lidnar, tá vit fóru avstað.

- Tað gjørdi tað so eisini drúgvari, tá vit komu heim. Tí vit máttu tryggja okkum, at eingin íðkari stóð eftir, og tí máttu vit hava manntal í øllum greinum hvør sær, áðrenn fólk sluppu í song. Og tá var klokkan altso farin væl av midnátt.


Hendir ikki aftur

Fyrsta, sum var á skránni til tekniska fundin sunnumorgunin, var tó ein umbering frá griksku vertunum.

- Tað vísir so sjálvandi, at tey hava lært nakað. Og eg eri púrasta vísur í, at hetta fer ikki at endurtaka seg. Men tað var keðiligt, at hava eina setan, har fólk byrja at rýma. Varð annars framúrskarandi mentanarframførslan skorin niður í ein fjórðing, so vildi tað verið fínt. Men hetta svaraði til, at vit til okkara setan á sinni kvøddu bæði Grettirs kvæði og Ormin langa á tamb.

- Og mest av øllum, so var kanska spell fyri fyrireikararnar. Tí hetta var eitt satt meistaraverk, sum tíverri var fulkomuliga malplaserað til setanina av oyggjaleikunum.