Gjørdi tvey sálvmál og brendi brotsspark

Jonathan Walter spældi ein dyst hann nokk helst vil gloyma sum skjótast, tá hann í dag gjørdi tvey sjálvmál og brendi brotsspark í 4-0 tapinum fyri Chelsea.

 

Britannia Stadium hevur verið sum ein borg fyri Stoke hetta kappingarárið, men seinastu tveir dystirnar hevur felagið tapt stórt á heimvølli. Seinasti heimadystur endaði við 3-0 tapi fyri Manchester City, og í dag taptu teir so 4-0 fyri Chelsea.

 

Sermerkt við dystinum var avrikið hjá Stoke framherjanum, Jonathan Walters. Hann var óansin og stútaði í egið mál beint fyri hálvleik. Eitt korter inn í seinna hálvleik var hann nokk meiri óheppin, tá hann aftur skallaði bóltin í egið mál.

 

Stutt fyri leiklok var hann feldur í brotsteiginum, og írin, sum er vanligur brotssparksskjútti hjá Stoke, tók sjálvur. Tíverri fyri hann, so rakti hann tvørstongina. Ein dystur, sum Jonathan Walters nokk helst vil gloyma.

 

Eden Hazard og Frank Lampard skoraðu hini bæði málini fyri Chelsea.

 

Premier League:

Aston Villa – Southampton 0-1

Everton – Swansea 0-0

Fulham – Wigan 1-1

Norwich – Newcastle 0-0

Reading – West Bromwich 3-2

Stoke – Chelsea 0-4

Sunderland – West Ham 3-0

QPR – Tottenham 0-0