Leygarnáttina varð ein maður tikin í Havn fyri at gera seg inn á ein løgreglubil. Løgreglan var í býnum, men tað toldi ein maður nokk ikki, tí hann knallaði nevan tvær ferðir harðliga niður í bilin
Men tað sleppur hann ikki burturúr uttan nakað, tí slíkt verður ikki góðtikið. Tað kostaði honum eina nátt á aftanfyri rimarnar á løgreglustøðini og seinni fær hann so eina bót afturat.