Gjørdi seg inn á børn í 50 ár

Nú verður kannað, um leiðslan ella onnur starvsfólk í BBC vóru vitandi um, at tann kendi verturin Jimmy Savile gjørdi seg inn á børn og ung kynsliga, men at leiðslan valdi at tiga heldur enn at loysa trupulleikan. Hetta kanningararbeiðið byrjaði í gjár, og tað er fyrrverandi dómarin Janet Smith, sum stendur fyri arbeiðinum.. Savile doyði fyri einum ári síðani.

Umleið 300 fólk hava hava greitt myndugleikunum frá, at tey vóru fyri kynsligum ágangi frá Jimmy Savile. Sagt verður, at sjey teirra vendu sær til løgregluna, meðan Savile var á lívi, men kortini bleiv hann ongantíð tikin.

Bernard Hogan-Howe hjá løgregluni Scotland Yard sigur við bretskar fjølmiðlar, at tað tykist løgið, at eingin í BBC gjørdi vart við, hvussu Jimmy Savile bar seg at. Hann heldur, at fleiri hava umhugsað at fara til myndugleikarnar við tí, men at tey hava slept ætlanini, tí maðurin var so kendur og væl umtóktur.

-Tað er líkt til, at hann hevur gjørt seg inn á børn í eini 50 ár, sigur Hogan-Howe.