Gjørdi seg inn á 270 bilar

Í dag byrjaði rættarmálið ímóti einum manni, sum er ákærdur fyri at hava gjørt seg inn á 270 bilar í Holbæk og nøkrum bygdum har á leiðini. Maðurin, sum er í 50-árunum, skøvaði lakkið, skar hol á dekkini og stoytti vætu av ymiskum slagi á teir.

Harumframt er hann ákærdur fyri at hava gjørt herverk á nakrar almennar bygningar.

Løgreglan tók mannin fyri einum hálvum ári síðani. Hann noktar seg sekan í øllum ákærunum.