Oljan, sum lak úr íslendska farmaskipinum Goðafossi, tá tað strandaði við Hvaler í Noregi í februar í fjør, gjørdi ikki so stóran skaða á umhvørvið, sum fólk stúrdu fyri tá.
Umleið 2.000 sjófuglar doyðu av oljuni, og myndugleikarnir bóru ótta fyri, at oljan fór at søkka niður á born og at gera av við alt livandi á botni. Men kanningar hava nú víst, at oljan fór ikki so langt niður í sjógvin, og at djóralívið á botni hevur tað gott, sigur Rune Bergstrøm hjá Kystverket við NRK.
Hann sigur, at ta fyrstu tíðina var eitt sindur av olju at síggja í kræklingi, men at hon hvarv skjótt. Kanningar av hummara og ymsum fiskasløgum hava víst, at tey eru ikki ávirkað av oljuni.










