Tropiski stormurin Sandy gjørdi næstan líka stóran materiellan skaða í USA sum yvirgangsatsóknin tann 11. september í 2001. Ein uppgerð vísir, at millum 30.000 og 40.000 íbúðir og hús eru oyðiløgd ella illa farin, og at skaðin av illveðrinum kann fyribils gerast upp til einar 20 milliardir dollarar.
Til samanberingar verður nevnt, at yvirgangsatsóknin tann 11. september í 2001 gjørdi skaða fyri 24 milliardir dollarar.
Veðurmenn hava sagt, at Sandy bleiv so ógvuslig, tí at eitt lágtrýst sunnan úr tí heita Atlantshavinum rann saman við vanlig lágtrýst, sum komu úr kuldanum norðaneftir, samstundis sum eitt hátrýst við Grønland trýsti Sandy inn yvir norðuramerikonsku strondina.