Gjørdi Jørgen ein Jóannes?

Tað sær út sum um, at Jørg­en Nicla­sen »gjørdi ein Jó­ann­es«, tá Fólk­a­flokk­ur­in tók seg úr sam­gong­uni í síðstu viku.

»At gera ein Jóannes« er at fara úr eini sam­gongu, tí man rokn­ar við ný­vali. Tað gjørdi Javn­að­ar­flokk­urin ­í 1996 – iv­a­­leys­ur í, at Edmund Joensen fór at skriva út nýval. Men tað gjørdi hann ikki. Hann skip­aði nýggja samgongu sam­an við Fólk­a­flokk­i­num, sum hev­ur sit­ið við vald­ið síð­ani.
Men Javnaðarflokkurin fór í eina oyð­i­mark­a­r­gongd í and­støðu í næstan átta ár.
Tjóð­veld­is­flokk­urin skuldi eis­ini vera smart­ur í 2003, tá tey mistu á­lit­ið á An­finni Kalls­berg fyri bók­halds­fusk, sum hann í eini bók var lagd­ur und­ir at hava gjørt fyri eini 25 árum síðani. Tað end­aði við ný­vali og at Tjóð­veld­is­flokk­ur­in fór sína oyði­mark­ar­gongd, sum hann hev­ur ver­ið í síðani.
Kanska Fólka­flokk­ur­in nú stend­ur fyri tørni...?