Ein ungur maður er ákærdur fyri at hava gjørt herverk á 16 bilar, eitt kvøldið, hann var í býnum í Havn.
Tá ið hann skuldi heim aftur, varð hann ov seinur til bussin. Tað fekk sinnið í kók og tað gekk hart útyvir nakrar parkeraðar bilar á parkeringspássinum á Bursatanga.
Eftir ákæruritinum hevur hann brotið speglini av 14 bilum, sum stóðu parkeraðir. Hann fekk fatur á einum bussi, sum koyrdi nakað seinni og heimkomin, reiv hann speglini av tveimum bilum afturat, tætt við, har hann búði.
Maðurin noktar seg sekan í øllum, men hann minnist kortini, at hann hevði brotið speglini á seks bilum á Bursatanga.
Hann var fullur og tá ið hann hevur drukkið, verður hann ómøguligur viðhvørt.
Bilspegil eru dýr og umframt ákæruna fyri herverk, er eisini eitt endurgjaldskrav upp á 25.000-30.000 krónur reist ímóti honum fyri skaðan.
Av tí, at hann ikki vil játta seg sekan í øllum, er málið úsett og í hesum sambandi skulu persónligu umstøðurnar hjá manninum eisini greinast.