-Tað er ein maður, sum av heilsuligum ávum hevur mist koyrikortið, sigur vakthavandi.
Leygardagin fór hann biltúr og megnaði at vera við í trimum ferðsluóhappum. Bilurin hevði ongar plátur og maðurin onki koyrikort.
- Maðurin rendi á fleiri garðar, og tað er púra greitt, at hann ikki er førir fyri at hava koyrikort, sigur vakthavandi.
Nøkur onnur óhapp vóru eisini, men onki var álvarsamt.









