Gjørdi Føroyar kendar í miðdeplinum í Evropa

Føroyskur matur gekk sum heitt breyð, men Eivør var hæddarpunktið á føroyskari móttøku í Brüssel har týðandi gestir vóru savnaðir

Móttøka

? Hetta var í allar mátar eitt sera væleydnað tiltak.
Jóannes Eidesgaard, løgmaður er sera væl nøgdur við stóru føroysku móttøkuna, sum føroyingar skipaðu fyri mitt í politiska brennideplinum í Evropa týskvøldið.
Eitt av endamálunum við Brüsselferðini hjá løgmanni var at marknaðarføra Føroyar og at gera okkum kend niðri í Evropa.
Og tað heldur hann eydnaðist til fulnar.
Eini 70-80 fólk vóru boðin til móttøkuna og tey vóru at kalla øll har. Talan var í høvuðsheitum um fólk, sum høvdu tilknýti til ES kervið í Brüssel og til Nato, sum eisini húsast í Brüssel og so eisini til EFTA.
Á samkomuni greiddi løgmaður frá um føroysk viðurskifti. Hann greiddi frá okkara tilknýti til Danmark, okkara grannalond og til ES og hann greiddi frá okkara búskaparligu og vinnuligu framtíðarútlitunum, serliga við atliti til alheimsgerðina.
Men eitt endamál við eini slíkari móttøku er eisini at fáa óformlig prát um ymisk viðurskifti og tað bar eisini væl til.
Men har var eisini okkurt bæði til kræsin oyru og kræsnar gómar.
Har varð borðreitt við einum stórum borði við alskyns føroyskum mati, sum Birgir Enni stóð fyri. Har var bæði skerpikjøt, turt tvøst, turrur fiskur, turt spik, fiskasúpan, sum var gjørd burturúr 21 fiskasløgum, øða og búsfiskur, sum var komin frá Thor í Hósvík og sum var komin til Brüssel við flugvara úr Spania.
Og føroyski maturin fekk sanniliga bein at ganga á.
? Eg hevði væntað, at nógv føt fóru at standa órørd, men so var ikki. Tvørturímóti gekk maturin sum heitt breyð, eisini maturin, sum má metast at vera serføroyskur, so sum skerpikjøt, turt tvøst, turt spik og turrur fiskur.
Á móttøkuni var eisini ein listaframsýning, har tveir av okkara kendu listamonnum, Kári Svensson og Sámal Toftanes sýndu fram.
Men hæddarpunktið á móttkøkuni var uttan iva sangframførslan hjá Eivør Pálsdóttir.
? Eg havi hoyrt Eivør nakrar ferðir, men eg haldi at hon verður bara betri og betri og tað var heilt týðiligt, at móttøkugestirnir vóru púra bergtiknir av henni.
Løgmaður sigur, at hetta var eitt sera væleydnað tiltak úr enda í annan og hann ivast ikki í, at hetta hevur gjørt Føroyar eitt sindur meiri kendar, enn vóru.