Gjørdi aftur bart í dag

Aftur í dag staðfesti Marnar Djurhuus av Morskranesi, at hann er skjótasti unglingi í danska ríkinum.

 

Longur niðri á Sportal.fo skrivaðu vit at hann síðsta sunnudag vann gull á 3000 metrum í innandura ungdóms-DM.

 

Og í dag endurtók hann bragdið, tá ið hann eisini vann gull á 1500 metra teininum.

 

Í dag brúkti hann 4.17.21 minuttir um at renna teinin. Tað er ikki hansara besta tíð, men hann rann taktiskt og var fremstur allan vegin og rann við vilja ikki so skjótt fyri at spara til ein ordiligan spurt, sigur venjari hansara, Guttorm Sørensen.

 

- Tað gjargaði eisini honum sigurin, tá ið saman um kom.

 

Rebekka Fuglø hevur eisini runnið 1500 metrar og har fekk hon bronsu.

 

Hon rann við tíðini 4.43.28 sekund, sum eisini er persóligt met. Hennara skjótasta tíð til nú var 4.44.15

 

Men hon var bara 0.31 sekund frá einum gullmerki, so tað var ómetaliga spennandi.

 

Tá ið tær høvdu runnið 400 metrar, var hon 10-15 metrar aftanfyri tríggjar tær fremstu, sum vóru rættiliga javnar.

 

Men hon rann seg fram til tær og rann framum tær, tá ið 150 metrar vóru eftir.

 

Men hon misti gullið og silvuri teir síðstu 10 metrarnar, tí tá vóru kreftirnar uppi, so tað iðra tey seg illani um, hóast hon setti persónligt met.