Gjørd til vinnuna

Í marts 1998 skrivaði ein arbeiðsbólkur upprit um edv-grundútbúgving í Føroyum. Ein av grundgevingunum fyri útbúgvingini var, at vinnuni tørvaði útbúgvið fólk. Nú eru tvey ár liðin síðani útbúgvingin byrjaði og hóast ávísar trupulleikar er gongd komin á

Fyri tveimum árum síðani skrivaði ein arbeiðsbólkur upprit um edv-grundútbúgving í Føroyum, sum ber heitið teldustøðingaútbúgvingin.

Í uppritinum stendur, at endamálið við útbúgvingini er, at vera við til at nøkta tørvin á edv-útbúnum fólki í føroyska vinnulívinum og almenna sektorinum, samstundis sum hon fer at gera útbúgvingartilboðið til føroyska ungdóm størri.


Eitt stig á leiðini

Í síðstu viku vísti Heðin Samuelsen á, at tað tykist, sum vinnan hevur tikið væl ímóti útbúgvingini, tí ein stórur partur av teimum, sum lesa, hava fingið ella hava møguleika at fáa starv í vinnuni.

Hetta er eisini myndin vit hava fingið tá vit hava tosað við vinnuna.

Fyritøkur Sosialurin hevur tosað við siga, at hóast henda útbúgvingin ikki nøktar allan tørv, so er hon eitt gott stig á leiðini.

? Vit hava gott samstarv við næmingar sum ganga á teldustøðingaútbúgvingini og teir gera ymsar uppgávur fyri okkum, sigur Torkil H. Petersen, stjóri á formula.fo

Hansara sjónarmið fær undirtøku frá Ólavi Ellefsen, stjóra í VIT.

? Hon er eitt gott stig á leiðini. Vit hava eitt gott samstarv við Handilsskúlan um útbúgvingina og eg meti, at hetta kann vera gott grundarlag, sigur Ólavur Ellefsen.


Gott at byggja á

Teldustøðingaútbúgvingin er ein millumútbúgving, sum eisini gevur kompetensu. Tað skal skiljast soleiðis, at tey, sum fáa starv eftir lokna útbúgving, eru før fyri at fara inn á virkir ella stovnar at starvast beinanvegin.

Eisini ber til, at lesa víðari til eitt nú teldufrøðing og tá er teldustøðingaútbúgvingin góð at byggja á.

Hetta er eisini tað, sum vinnan sær fyrmunir í, tí hóast tørvurin á fólki partvís verður nøktaður við hesari útbúgvingini, so verður tørvurin á hægri útbúnum fólki ikki nøktaður í fyrsta umfari.

Men møguleikar eru eisini fyri, at bøta um tað, tí tað vera javnan havd datanomskeið í Føroyum,

Í uppritinum sigur arbeiðsbólkurin, at ein fyrimunur við at hava útbúgvingina í Føroyum er, at hon kann lagast til føroysk viðurskifti, tí næmingarnir í lestrartíðini skulu út at gera verkætlanir og høvuðsuppgávur, og hesar uppgávur vera í flestu førum gjørdar í samstarvi við vinnuna.

Hetta er eisini tann arbeiðshátturin, sum verður brúktur í Danmark og myndin, at teir allarflestu næmingarnir fáa starv áðrenn útbúgvingin er liðug, hómast eisini í Føroyum


Næmingarnir

væl nøgdir

Næmingarnir, sum Sosialurin hevur tosað við eru samanumtikið væl nøgdir við útbúgvingina.

Sjálvandi er okkurt at finnast at og kritikkurin er á leið tann sami, sum hjá Heðini Samuelsen.

Í grein í blaðnum seinasta hósdag vísti hann á, at tað var trupult at fáa lærarar uttanífrá, og næmingarnir eru samdir við honum.

? Tað hevði givið frálæruni størri fjølbroytni, um vit høvdu fleiri lærarar uttanífrá, siga fýra næmingar, sum Sosialurin hevur fingið orð á.

Fakliga halda tey, at tað kundi verið lagdur eitt sindur størri dentur á eitt nú matematikk og bókhald, tí hesar lærugreinar eru ofta ógvuliga grundleggjandi í arbeiðinum sum teld-ustøðingar.

? Matematikk, tí tað er eitt sindur síðani fleiri okkara fingust við matematikk í skúlanum, og bókhald, tí ein stórur partur av arbeiðinum hevur eitt sindur við bókhald og roknskap at gera, siga næmingarnir.

Hinvegin fegnast tey um, at tað er so stutt millum próvtøkurnar, tí skúlin hevur avgjørt, at royndirnar eru hvønn ársfjóðring heldur enn hvørt hálvár.

? Tað er eitt, og so eru bøkurnar - tær amerikonsku sera góðar. Allar eru nýggjar og tað ger, at vit eru væl fyri í so máta, siga næmingarnir.

Teir leggja afturat, at tað harafturat er ógvuliga posititvt, at tað er møguligt at taka eina slíka útbúgving í Føroyum, tí tað gevur teimum møguleika fyri góðum samstarvi við vinnuna.

? Tey flestu okkara hava arbeiði við síðuna av, men í øllum førum er tað so, at skúlin verður raðfestur ovast. Tað at vit hava arbeiði ger, at útbúgvingin verður lagað til vinnuna og men tað er eisini neyðugt, siga tey.

At tey so sleppa frá at fara uttanlands at lesa, meta tey sum ein avgjørdan fyrimun, tí annars var vandi fyri, at føroyska vinnan ikki sá halaferðina á teimum.