Í gjár var dagurin nógvar kvinnur hava bíðað eftir

Ein kanning vísir, at næstan 85 prosent av kvinnunum ætla at lata seg kannað regluliga fyri krabbamein í bróstunum

Tað hevur verið tosað um tað í nógv ár, men nú er komið á mál.

 

Sostatt er ein skipan nú sett í verk í heilsuverkinum, har allar kvinnur í aldrinum frá 50 til 69 ár, fáa tilboð um at verða kannaðar regluliga fyri krabbamein í bróstunum.

 

Landssjúkrahúsið sigur, at kvinnurnar verða boðsendar til kanningar í bólkum soleiðis at 800 - 900 kvinnur verða boðsendar hvørja ferð. Sostatt tekur tað tvey ár at kanna allar kvinnur umrødda aldursbólki.  Og tá ið tey eru komin runt, verða so byrjað av nýggjum, soleiðis at kvinnur verða kannaðar annaðhvørt ár.

 

Og í gjár sendi Landssjúkrahúsið teimum fyrstu kvinnunum bræv, har tær vórðu boðsendar til kanningar, og tær verða í næsta mánað.

 

Tilsamans eru 5700 kvinnur í aldursbólkinum 50 - 69 ár og í fyrsta umfarið eru 829 kvinnur boðsendar til kanningar.

 

Landssjúkrahúsið sigur, at kanningin tekur bara nakrar fáar minuttir og ein spurnarkanning, sum varð gjørd í fjør, vísir, at næstan 85 prosent av kvinnunum í umrødda aldursbólki ætla at taka av tilboðnum um at verða kannað regluliga fyri bróstkrabba, og tað er væl meiri enn í grannalondunum, sigur Landssjúkrahúsið.