Ósemja hevur nú tikið seg upp ímillum Gjáar Kommunu og kommunala eftirlitið hjá landsstýrinum um skatt.
Bygdaráðið við Gjógv hevur nevniliga samtykt at lækka skattin, men tað vil landsstýrið ikki.
Fáar kommunur í landinum eru so væl fyri, sum Gjáar kommuna og tað heldur bygdaráðið, at fólkið í kommununi skal fáa gleði av.
Tí samtykti bygdaráðið mánakvøldið at lækka skattaprosentið niður í 13%.
Men tað vil kommunala eftirlitið ikki góðtaka.
Eftirlitið sigur, at eftir kommunulógini, skal kommunuskatturin verða minst 16% og tí hevur eftirlitið ásett, at skatturin við Gjógv skal verða 16% næsta ár.
Sofus Johannesen, bygdaráðsformaður við Gjógv ásannar, at í eini lóg, sum kom í gildi í 1993, stendur, at kommunuskatturin skal vera ímillum 16 og 23%.
? Men nú er ein nýggj lóg samtykt, sum kemur í gildi nú 1. januar í 2001. Og í henni stendur, at lógin, sum ásetur lægsta og hægsta skattaprosent, fer úr gildi samstundis. Samstundis hevur løgmaður minst einaferð á fundi í Kommunufelagnum víst á, at tá ið avtalan um kommunuskuldina gekk út í ár, fór lógin um hægsta og lægsta kommunuskatt úr gildið.
? Og tá ið skattaprosentið, sum vit áseta nú, er galdandi fyri 2001, má tað verða ásett eftir teirri nýggju lógini. Tí hava vit fullan rætt til at lækka skattin og at áseta hann til 13%.
Sofus Johannesen sigur, at kommunala eftirlitið hevur hinvegin boðað frá, at av tí at nýggja lógin ikki kemur í gildi fyrrenn 1. januar, má bygdaráðið fylgja teirri gomlu lógini líka til tá. Og skattaprosentið fyri næsta ár skal ásetast nú, ímeðan tann gamla lógin enn er í gildi. Sostatt ber tað ikki til at lækka skattaprosentið næsta ár. Tað kann ikki gerast fyrrenn í fyrsta lagi í 2002.
? Og kemur tað til skarpskeringar, uttan at kommunala eftirlitið kemur við eini frágreiðing, sum sannførir lógfrøðiliga ráðgevaran hjá okkum, fara vit at royna málið í rættinum.
Annars verður barnafrádrátturin við Gjógv 6.000 krónur næsta ár og tað er tann hægsti í landinum.
Fær kommunan eisini viðhald í málinum um kommunuskattin, verður hann samstundis tann lægsti í landinum. Í ár er skatturin 16% og barnafrádrátturin 5.000 krónur.
Men Sofus Johannesen sigur, at kommunan hevur ráð til at lækka skattin og at hækka skattaprosentið.
? Vit hava onga skuld og eiga einar 750.000 krónur á bók. Samstundis eru ikki ætlanir um útbyggingar av týdningi tey komandu árini. Tí halda vit, at hetta kann akkurát tað sama koma fólkinum til góðar.