Gjøgnumskygni í bankasøluna

Fyri tveimum vikum síðani átti føroya fólk ein banka – nú eiga vit bert eitt sindur av honum og ein hóp av ósvaraðum spurningum. Tí hvat var tað í veruleikanum sum hendi, tá stórur partur av Føroya Banka var seldur. Høvdu ávísir framíhjárætt? Mistu vit 1 milliard?

Samtak krevur, at gjøgnumskygni kemur í bankasøluna, og at ein óheftur kanningarstovnur verður settur at útgreina, tað ið farið er fram higartil í málinum. Samstundis undrast Samtak á ta løgnu mannagongd við søluni av listaverkunum. Listaverkini, sum landið átti, skal landið nú keypa fyri fleiri milliónir krónur – hetta tykist heilt løgið.

 

Tað standa nógvir ósvaraðir spurningar, sum serliga landsstýrið og fíggingargrunnurin eiga at svara; – men fyrst og fremst vantar gjøgnumskygni.

 

Felagið heitur á landsstýrið um at steðga við øllum einskiljingum til hetta kann gerast á rætta hátt almennu føroyum at gagni. Álitið sum fakfeløgini hava á landsstýrið og politisku skipanina í hesum máli hevur í øllum føri fingið eitt álvarsamt skot fyri bógvin.

 

Ein spurningur er eisini, hví kundu føroya fólk ikki fingið partabrøv til gávis? Tað eru verri enn so øll fólk í Føroyum, sum høvdu møguleikan at keypa sín part í bankanum. Fólkið hevur rindað fyri bankan minst einaferð.

Gjøgnumskygni er minsta krav!