Atlantsflog, Greengate Incoming og Framtaksgrunnurin hava saman við Eirki Suna Danielsen keypt Gjáargarð, sum hevur staðið til sølu síðani í apríl. Felagið eitur PF Gjáargarður, og keypið kom endaliga í lag í vikuskiftinum.
Tá Eirik Suni sá lýsingina í apríl, byrjaði hann at spæla sær við tankan um, at tað kundi verðið spennandi at rikið gistingarhúsið við Gjógv.
? Tað koma so ótrúliga nógv fólk norður til Gjáar, so hetta eri eg sera spentur uppá, sigur hann.
Hann viðgongur, at hetta kann tykjast sum ein løgin tíð at keypa eitt gistingarhús, nú ferðafólkaárstíðin júst er farin framvið. Men samstundis er hetta í hansara ferð byrjanin til fyrireikingarnar til komandi summar.
Fleiri møguleikar
Eirik Suni greiðir frá, at fyri fyrst er ætlanin, at gistingarhúsið skal verða opið frá 1. juni til 1. september fyri ferðafólkum, sum ynskja antin at gista á vallaraheimi, gistingarhúsi ella á tjaldplássi.
Um heystið og várið sær hann so fyri sær, at húsið kann verða leigað út til ymisk tiltøk. Alt frá skeiðsvirksemi til evnisvikur.
? Eisini ber væl til at leiga húsið til smærri veitslur, til dømis er tað væl egnað til eitt brúdleyp, sum kanska ikki er so stórt, sigur hann.
Uppi á loftinum er eitt høli, har umleið 80 fólk fáa sitið til borðs, og tað heldur hann, kundi verðið sera hóskandi til eina minni veitslu av onkrum slagi.
Matgerð
Á Gjáargarði hava fólk fingið morgunmat, men annars hevur tað ikki borið til at fingið annan mat. Hetta ætlar Eirik Suni at broyta. Køkurin í húsinum verður broyttur til ein ídnaðarkøk, sum tað verður kallað. So er ætlanin at bæði fólk, ið gista og tey, ið koma til bygdina á vitjan ein dag, skulu kunna støkka inn á gólvið í Gjáargarði og fáa ein góðan bita.
? Vit fara at satsa uppá eisini at fáa fólk, sum koma her við bussum, at koma inn á gólvið til eina máltíð av onkrum slagi, sigur Eirik Suni.
Ístandgerð
Ætlanir eru at gera nøkur kømur í stand. Hetta fyri at hækka støðið. Kømurni á fyrstu hædd hava øll wc og bað, men Eirik Suni vil hækka støðið nakað meira, so at eisini fólk, ið vilja búgva eitt sindur betur, kunnu fáa eitt tilboð á Gjáargarði.
? Vit fara allarfyrst í gongd við at gera tað í stand, sum skal gerast. Eitt nú køkurin, kømurni og sjálvandi skulu hentleikarnir til skeiðsvirksemi eisini gerast í topp, greiðir Eirik Suni frá. Og leggur spentur á málinum afturat, at nú er bara at bróta upp um armar. Hann fegnast stórliga um, at ein ætlan, sum hann hevur arbeitt við síðani í apríl, nú er vorðin veruleiki.
Eirik Suni fer sjálvur at reka gistingarhúsið. Íløgan í alt, tað vil siga við ístandgerð og øllum, liggur um 4,3 milliónir krónur.
Gjáargarður verður opin fyri øllum áhugaðum mikudagin frá klokkan 16 til 20.