Nú klokkan 14 verður Vinnusending í Rás2, har farið verður út um Havnina. Vitjað verður á Færøernes Kommado í Mjørkadali og á Gjáargarði við Gjógv. Vakra og stórbara náttúran, friðsælan og tann sjarmerandi Gjáargarðurin draga bæði fremmandafólk og eisini føroyingar í stórum tali til Gjáar, ikki bert á sumri men alt árið. Vinnurásin hjá Rás2 hevur vitjað Gjáargarð, har tosað verður við tann fryntliga timburmannin, Eirik Suna Danielsen, sum gjørdist hotelstjóri.
Og siðani vitjar Vinnurásin í Mjørkadali, sum einaferð saman við Marinustøðini í Havn var týðandi avtakari av vørum og tænastum frá føroyskum fyritøkum. Í dag er virksemi á landi minkað heilt nógv.
Vinnurásin á Rás2 klokkan 14 (e).










