Gjáar søga út í bók


 

Petur Jacob Sigvardsen hevur givið út fjórða bind av bókini ?Úr Gjáar søgu?. Tvær tær fyrstu bøkurnar hava undirheitið ?barnaminni?, meðan tær seinnu hava undirheitið ?gamla tíðin?. Henda nýggjasta bókin nevnist ?Úr Gjáar søgu ? gamla tíðin 2?.

Barnaminni komu út í 1997 og 1998, meðan bøkurnar, ið viðgera gomlu tíðina, komu út í 2000 og 2001. Rithøvundurin Petur Jacob Sigvardsen hevur áður roynt seg um týðara.

Henda bókin, sum nú er útkomin, snýr seg m.a. um kommunuviðurskifti, gudslívið, kirkjuviðurskifti, skúlaskap í gomlum døgum, fólkateljingar og fólkatalsyvirlit, tað fjølbroytta felagslívið, rithøvundar og politikk.

Fleiri forvitnisligar frásagnir eru eisini at lesa í bókini. Eitt nú um tey fornisku, har greitt verður frá yvirnatúrligum hendingum í bygdini. Harumframt eru skemtisøgur og frásagnir frá roysni, brøgdum og pátrúgv.

Hans Jacob Debes hevur sagt um hinar bøkurnar, ?at verkið er ótrúliga væl skrivað, lært og vandaliga gjørt. Tað er meistarliga sett saman og er eitt virðismikið rit, sum ikki bert kann frøa gjáarfólk, men allar føroyingar, tí her er til skjals ein bygdarsøga, sum man vera tann besta av sínum slagi, sum skrivað er her á landi?.

Bókin lýsir bygdarlívið fyrr í tíðini og er grundað á eitt fjølbroytt og rúgvismikið keldutilfar. Bygdarlívið fyrr líktiskt nógv í teimum ymsu bygdunum, og tí munnu tey flestu kenna seg aftur í bókini, hóast hon snýr seg um Gjógv.