Giza vil verða limur

Á aðalfundinum hjá FSF er eitt av málunum á skránni umsóknin frá FF Giza um limaskap í FSF.
FF Giza varð í 2005 bygt upp á leivdirnar hjá fótbóltsdeildini hjá Nólsoyar Ítróttarfelag, NÍF, og síðani hevur felagið tikið lut í kappingini í fjórðubestu deildini.
Hesi árini hevur felagið formliga virkað sum partur av NÍF, men nú søkt verður um serstakan limaskap fyri FF Giza, er líkt til, at føroyskur fótbóltur verður ein familjulim ríkari. Enn er tað so ikki komið fyri, at umsókn um limaskap í FSF er avvíst.