Leygardagin tann 27. november skipar Fótbóltsfelagið Giza fyri einari innandura fótbóltskapping í Hoyvíkshøllini.
Talan er um eina kapping fyri bæði tær yngru deildirnar og fyri vaksin. Kappingin er deild í hesar aldursbólkur :
Pinkur (føddar 2001-03)
Gentur (føddar 1999-00)
Smágentur (føddar 1997-98)
Opin bólkur gentur/kvinnur (føddar 1996 og ádrenn)
Pinkulingar (føddir 2003-04)
Smápiltar (føddir 2001-02)
Piltar (føddir 1999-00)
Smádreingir (føddír 1997-98)
Dreingir (føddir 1995-96)
Unglingar (føddir 1992-93-94)
Opin bólkur menn (føddir 1991 og áðrenn)
Í aldursbólkunum dreingir, unglingar og í teimum opnu bólkunum eru fýra leikarar, og tá er málverjin íroknadur. Við hinum liðunum leika fimm leikarar, og tá er málverjin íroknaður. Loyvt er at hava ein skiftisleikara. Í opna bólkinum kann bert vera ein leikarim sum hevur spælt í Vodafonedeilduni og 1. deild á hvørjum liði.
Heiðursmerki verða latin til nummar 1, 2, 3 í hvørjum aldursbólkid.
Tilmelding fer fram á telefonnummar 73 74 03 ella 25 64 73 ella við at senda ein teldupost til giza@email.fo áðrenn hósdagin tann 25. november klokkan 20.
Kostnaðurin fyri hvørt liðið er 300 krónur.