Avtalan er ein partur av einari langtíðar ætlan hjá felagnum, um at menna seg innan barna- og ungdómsfótbólt. Har ætlanin er, at felagið komandi árini skal luttaka í flestu aldursbólkum. Samstundis sum felagið hevur ætlanir um at fyriskipa tiltøkum, ið skulu tryggja bæði høgan trivna í felagnum, og fáa enn fleiri børn og ung at spæla fótbólt, skrivar Giza/Hoyvík á Facebook.
Felagið hevur í dag ikki bestu umstøðurnar til barna- og ungdómsfótbólt, men er avtala er við Tórshavnar Kommunu at nýggjur vøllur verður tøkur í næstum. Vegna umstøður í dag, so fær felagið bert luttikið í yngstu aldursbólkunum. Har møguleiki er, at børnini venja á sparkivølli í Hoyvík.
Nyggi høvuðsungdómsvenjari fer samstundis undir at taka síðsti skeiðini, ið eru neyðug til tess at taka UEFA B licens prógv. Fyri at tryggja at hetta fer fram í samsvar við tíðarætlanina hjá felagnum um barna- og ungdómsfótbólt, so verða skeiðini tikið hjá DBU.
Avtalan millum Giza/Hoyvík og Jógvan S. Heinesen er galdandi fyri tvey tey komandi árini.










