Í gjár skrivaðu Ólavur Larsen, vegna Okkara, og Kenneth Hovgaard Djurhuus, vegna Giza Hoyvík, undir stuðulsavtalu, sum inniber, at Okkara verður høvuðsstuðul hjá Giza Hoyvík næstu 2 árini.
Sáttmálin bleiv undirskrivaður í nýggju snotiligu hølini hjá Okkara, sum á fyrsta sinni vóru opin fyri almenningin í gjár.
Formaðurin, Kenneth Hovgaard Djurhuus, segði somuleiðis nøkur orð um, hvussu felagið verður rikið, og hvussu nógvur dentur verður lagdur á, at øll eiga ein part í felagnum.
Serligur dentur var sjálvsagt lagdur á, at nú felagið var ávegis til Hoyvíkar, so var neyðugt við einum sterkum liðspælara og hann fann felagið í Okkara, sum eisini júst hevur flutt til Hoyvíkar.
- Vit vilja sjálvsagt, at fótbólturin endiliga kemur á breddan í Hoyvík, so var tað mest sum upplagt, at Okkara og Giza Hoyvík fóru í enn tættari samstarv enn áður, sigur Kenneth Hovgaard Djurhuus.










