Fótbóltsfelagið Giza Hoyvík, ið er ein samanrenning av feløgunum FC Hoyvík og FF Giza, hevur í morgun avdúkað nýggja búmerkið hjá felagnum.
Síðani 2012, tá feløgini løgdu saman, hevur felagið annars brúkt búmerkini hjá báðum feløgunum. Tey búmerkini fara nú í søguna, og eru vorðin avloyst av einum felags búmerki, ið staðfestir, at at talan er um eitt felag.
- Ynski var at fáa eitt einfalt búmerki, ið onkursvegna endurspeglar felagið. Valið fall á eitt skjøldur sum samstundis er eitt stórt H. Skjøldrið er eitt symbol uppá, at vit verja borg og berjast fyri at náa toppin. H’ið er umboðar sjálvsagt Hoyvík. Hetta er mest eyðsýndi parturin av búmerkinum. Lítli tríkanturin í miðjuni er ein pyramida, sum er ímyndin av teimum grundreglum, sum hetta felagið er bygt uppá. Tað grundleggjandi má vera uppá pláss, áðrenn næsta lag verður lagað, skrivar felagið í tíðindaskrivi til miðlarnar.
Tað er Henning Nicodemussen, ið hevur gjørt nýggja búmerkið.









