Giza Hoyvík skiftir navn

Felagið, sum æt Giza Hoyvík, hevur í kvøld fingið nýtt navn og nýggja nevnd.

Giza Hoyvík eitur nú aftur FC Hoyvík, sum tað áður hevur itið. Tað er samtykt á eykaaðalfundi í kvøld, har 25 atkvøddu fyri og sjey ímóti uppskotinum.


Nevndin, sum ikki hevur skipað seg enn, er (í raðfylgja frá vinstru til høgru á myndini omanfyri): Frankie Jensen, Joan Eiðisgarð, Jón Danielsen, Niklas Samuelsen, Heidi Kollsker, Janus Joensen og Rúni Djurhus. Svanhilda Norðerg (varalimur) er ikki við á myndini.


Um orsøkina til at skifta navn sigur nýggja nevndin, hetta er fyri at byrja av nýggjum og at gera felagið meira lokalt.


- Tað er fyri at tekkjast Hoyvíkini og hoyvíkingum. Felagið er komið heim. Hetta er ein nýggj byrjan, og vit fara nú í holt við at brynja felagið til framtíðina, har felagið skal gera seg galdandi bæði í ungdóms- og vaksnamannafótbólti, sigur tey úr nýggju nevndini.

 

 

- Nýggja nevndin takkar gomlu nevndini og Kennethi Hovgaard, formanni, fyri áhaldandi arbeiði, verður lagt afturat.