Eftir at hava verið í at síggja til vónleysari støðu og við kós ímóti niðurflyting, sær tað nú út til, at Giza Hoyvík er um reppið, at endurvinna plássið í næstbestu deildini.
Í dag vóru Suðringar gestir á vøllinum við Skúlan við Løgmanabreyt.
Eftir fyrra hálvleik var tað framvegis málleyst.
Í seinna hálvleiki trýsti heimaliðið øgiligt, og tað eydnaðist at skora tvey mál.
Fyrra málið stútaði Leivur Holm Joensen eftir horna, og seinna málið skoraði Tór av Skarði eftir innlegg.
Úrslitið ber við sær, at Giza Hoyvík nú hevur 23 stig. Tað eru tvey stig frá níggjunda plássi og Giza Hoyvík og fram til B71 og Skála, sum í løtuni spælir á Svangaskarði.
Annan sunnudag hittast Skála og Giza Hoyvík á Skála.
Umframt at spæla ímóti Skála á útivølli skal Giza Hoyvík spæla ímóti toppliðunum - í Fuglafirði og á heimavølli ímóti NSÍ.
Suðgingar eru longu fluttir niður.