Teir í Giza Hoyrvík hava fleiri ferðir sagt, at hetta fyrsta árið nakrantíð hjá teimum í næstbestu deildini skal brúkast til at finna stevið í nýggju avbjóðingini. Úrslitini higartil siga, at tað fara teir rættiliga sannlíkt at megna.
At liðið ikki enn er búgvið at spæla við um uppflytingina sást á niðara vølli í Gundadali seinnapartin. Í dýrdarveðrinum fóru teir næstbestu hjá NSÍ inn aftur við 2-1 sigri, eftir hálvleiksstøðuna 1-1.
Átta av NSÍ spælarunum hava verið á besta liðnum í ár. Umframt teir var André Olsen, sum er fluttur úr B68 og í grannafelagið.
Debes Danielsen, sum áður hevur verið á besta NSÍ liðnum, skoraði bæði málini. Tað fyrra eftir stórt korter og tað seinna, tá ið knappur tími var farin. Ahmed Keita javnaði fyri heimaliðið, tá ið tað restaðu tíggju minuttir av fyrra hálvleiki.









