Giza Hoyvík hevur vunnið søguligt FM

U12 dreingirnir hjá Giza Hoyvík hava vunnið FM-gull. Talan er um fyrsta føroyameistaraheitið hjá unga felagnum

 

Í unga felagnum Giza Hoyvík stórfegnast tey.

 

Fyri løtu síðani bjargaði 1. deildarliðið sær plássið í 1. deild við einum rimmar 1-0 sigri á B68 á Svangaskarði á Toftum.

 

Men tað er ein hending, sum slær tað, og tað er fyrsta FM-heitið í søguni hjá Giza Hoyvík.

 

U12 dreingirnir hjá Giza Hoyvík vunnu í dag FM aftaná eitt finaluumfar ímóti HB, B36 og NSÍ í Gundadali í Havn.

 

 

Úrslitini vóru hesi:

 

HB-Giza Hoyvík 1-1

B36-NSÍ 1-1

B36-Giza Hoyvík 2-1

HB - NSÍ 3-7

HB-B36 2-0

Giza Hoyvík-NSÍ 5-0

 

Kappingin gjørdist ein sannur gysari, har øll liðini vunnu ein, taptu ein, og spældu ein javnan. Giza Hoyvík vann FM uppá besta málmunin. 

 

Endaliga støðan:

 

1. Giza Hoyvík 4 stig + 4 mál (7-3)

2. NSÍ 4 stig - 1 mál (8-9)

3. B36 4 stig - 1 mál (3-4)

4. HB 4 stig - 2 mál (6-8)

 

Kenneth Hovgaard, formaður í Giza Hoyvík sigur í stuttari viðmerking til in.fo, at talan er um ein stóran dag í søguni hjá unga felagnum við fyrsta FM-heitinum, samstundis sum 1. deild hevur bjargað sær plássið í deildini.