Grindaboð vóru fyri løtu síðan í Vestmannasundi.
Bátar vóru skjótir avstað, men tað gekk ikki long tíð, so vendu teir innaftur.
Finnbogi Midjord, sýslumaður, sigur, at tað gjørdist skjótt ov myrkt, og tá tað ikki var endaliga staðfest, um tað var ein grind ella ikki, so góvust bátarnir skjótt at leita eftir henni.