Í seinastuni hava avstralsku myndugleikarnir staðið á odda fyri at leita á havbotninum vestur úr býnum Perth, men har var einki at finna.
Samstundis er staðfest, at ljóðbrotini, sum blivu skrásett í síðsta mánað, komu ikki frá Malaysian Airlines-flogfarinum.
Fjarstýrdir og væl útgjørdir kavbátar hava leitað á einum stórum øki tær seinastu vikurnar, men til fánýtis.
239 fólk vóru í flogfarinum, sum hvarv á veg úr Kuala Lumpur til Beijing. Tey flestu ferðafólkini vóru kinesarar.