Veðrið var ikki til vildar at gera fleiri kavingar í Fugloyarfirði, eftir at skipsklokkan hjá Sauternes varð funnin týsdagin.
Síðani hevur alda verið í sjónum, og nú streymurin er farin at harðna aftur, er ógjørligt at fara niðuraftur á Jólaskipið í hesum umfari.
Leiðarin fyri skattajaktini í Fugloyarfirði, Heri Andreassen, er nøgdur við úrslitið, hóast tað ikki eydnaðist at fáa nakrar av myntunum, sum sigast verða umborð, upp.
Nú er óvist, um hesir myntir nakrantíð koma afturíaftur, tí fleiri kavingar eru ikki í kortunum. Donsku kavararnir, sum hava verið niðri á Jólaskipinum, fara um vikuskiftið aftur til Danmarkar, og so er skattajaktin av á hesum sinni.
Fleiri lutir eru fingnir upp av Jólaskipinum ? millum annað skipsklokkan ? men enn er óvist, hvar hesir lutirnir skulu goymast.