Tað er nú greitt, at tað verður onki kol at fáa úr Hvalba fyrrenn í fyrsta lagi einaferð næsta ár. Teir tríggir menninir, sum arbeiddu í kolinum, eru uppsagdir, tí pengarnir eru uppi og grevsturin verður ikki tikin upp aftur fyrrenn næsta ár.
Løgtigið hevur í fleiri ár játtað almennum stuðuli til kolagrevstur fyri at varðveita vinnuna og nú er stuðulin 530.000 krónur um árið.
Men nú er stuðulin fyri í ár uppi og kolagrevsturin verður ikki tikin upp aftur, fyrrenn stuðul aftur væntandi verður latin næsta ár.
Tað eru nú tvey ár síðani, at kol var at fáa úr Hvalba.
Hesi bæði árini hava tey arbeitt við at gera eitt nýtt kolanám, har royndarboringar vístu, at nógv meiri kol var at fáa.
Men Poul Laust Christiansen, stjóri í Roynds Kolasølu, sigur, at tað hevur verið nógv dýrari enn væntað at gera nýggja námið.
Høvuðsorsøkin til tað er, at hóast tey hava grivið langt inn, eru teir ikki komnir inn á kol enn og nú eru pengarnir brúktir.
Samstundis høvdu teir vænta at fáa inntøkur av at selja kol, men av tí, teir ikki eru komnir inn á kolalindina enn, hava teir ikki havt eitt oyra í inntøku.
Men stjórin harmast um at teir verða noyddir at gevast nú, tí nú eru teir bara eina 10 metrar frá boriholinum, sum staðfesti, at har er í øllum førum nógv kol.