Givnar eru gávur góðar

Úr Grunni Thorvalds Poulsen av Steinum er á øðrum sinni latið ungum listafólkum gávugóðs. Ein tónleikari, ein rithøvundur og ein filmsleikstjóri fingu hesaferð gávugóðsið

Mentan

Andras Olsen, tónleikari, Petur Elias Askham Guttesen, rithøvundur og Teitur Árnason, filmsleikstjóri, fingu fríggjadagin gávugóðs úrr grunni Thorvalds Poulsen av Steinum. Ein viðurkenning fyri int verk og samstundis ein eggjan til at halda fram.
Tónleikarin Andras Olsen úr Havn fekk størstu gávuna, sum var upp á 60.000,- krónur.
Í grundgevingini fyri at lata Andrasi gávuna sigur nevndin í grunninum, at Andras Olsen hevur víst serligar gávur og framúrskarandi hegni sum tónleikari.
Høvuðsinstrument hansara er trombon, men hann hevur áður spælt bæði kornet, baryton og euphonium.
Hóast ungur er Andras Olsen royndur tónleikari bæði heima í Føroyum og uttanlands.
Hann er uppvaksin, at kalla, í Havnar Hornorkestri, og hevur eisini spælt í eitt nú Føroya Symfoniorkestri, har hann hevur verið solistur.
Umfram hevur hann eisini spælt uttanlands. Hann spælir eitt nú 1. trombon í Orkester Norden.
Andras Olsen er útbúgvin á Det Jyske Musikkonservatorium í Århus og í Postgraduate performance á The Royal College of Music í London.
Rithøvundurin Petur Elias Askham Guttesen fekk 25.000,- krónur úr grunninum.
Um hann sigur nevndin fyri grunnin í grundgevingini, at hann hevur í søgunum "Placebo". "Memento Mori" og "Bróður Jesusar" víst sjáldsamt áræði og gott hegni.
Nevndin metir sermerkta skrivingarlag og evnisval hansara boða frá góðum. Hon sær ein evnaríkan rithøvund, sum hevur góðar møguleikar at koma sær fram.
Eisini filmslistin fekk gávugóðs úr grunninum. Teitur Árnason, filsmleikstrjóri, fekk 25.000,- krónur.
Hann hevur í filminum "Burturhugur" víst gott hegni og dugað væl at gera heimildarfilm burtur úr heimligum viðurskiftum, sigur nevndin í Grunni Thorvalds Poulsenav Steinum.
Teitur Árnason hevur givið ungu føroysku filmslistini eina nýggja dimensión, verður sagt í grundgevingini.
Teitur Árnason er útbúgvin á International Film Scholl í Ebeltoft í Danmark og á The European Film College í London.