Givin eftir næstan 40 ár í sama starvi

Fríggjadagin 25. juni var seinasti skúladagur fyri summarfrítíðina á Sernámsdeplinum. Og sum vant varð skipað fyri hugnaløtu.
Óluva Skaale, lærari, hevði sín seinasta arbeiðsdag á Sernámsdeplinum hendan dagin

Starvsfelagar, næmingar og foreldur vóru til hugnaløtuna, og talur vórðu hildnar av Hans Eli Dahl, stjóra á Sernámsdeplinum, og starvsfeløgunum Hera Tróndheim, Arnold Eivindsson, Jørmund Magnussen og Honnu Lisberg, fyrrverandi starvsfelaga.
Óluva byrjaði í 1966 á "Statens Skole for Tale- og Hørelidende", sum tá helt til á VBV á Skansavegnum í Havn. Tvey ár eftir at hon hevði tikið prógv á Føroya Læraraskúla í 1964.
Hon hevur arbeitt á stovninum øll árini, til hon nú fór frá seinasta fríggjadag.
Stjórin á Sernámsdeplinum, Hans Eli Dahl, segði m.a. "Tað er mær ein stórur heiður at vera tann, ið skal bera Óluvu Skaale eina serliga tøkk frá Sernámsdeplinum og mær sjálvum, nú hon leggur frá sær sum lærari. Eg havi ómetaliga stóra virðing fyri tær -fyrst sum menninskja við einum vælsignaðum sinnalagi og hjartalagi til lívsstarvið, ið tú valdi". "Fakliga hevur tú altíð kravt tað besta av tær sjálvari. Tú hevur bæði lønt og ólønt luttikið í øllum hugsandi skeiðum um so gott sum øll sernámsfrøðilig fyribrigdi til tess at menna førleikan at geva børnunum tað besta".

Hanna Lisberg, fyrrverandi starvsfelagi, segði m.a. "Óluva er ein sera nærlagdur lærari, sum dámdi sera væl at undirvísa og gjørdi alt, ið gerast kundi fyri næmingarnar, sum eisini vóru góðir við hana. Harafturat er hon ein sera góður samstarvsfelagi".

"Nógvir av næmingum hennara hava verið sera "tungir" við ymsum brekum. Óluva hevur hjálpt mongum av hesum næmingum, so teir klára seg væl".

Óluva er ættað úr Vági: Foreldrini vóru Frida, f. Mikkelsen, úr Vági, og Marius Absalonsen, ættaður av Viðareiði.
Hon arbeiddi sum ung á skrivstovu á Løghamri í Vági, og í 1960 tók hon studentsprógv.

Óluva hevur eisini staði á trolaradekki. Tá hon gekk á Føroya Læraraskúla, gjørdi hon eina uppgávu í landalæru um fiskiskap. Í hesum sambandi fór hon við trolaranum "Fiskanes" við Kaj Johannesnen sum skipara til fiskiskap undir Føroyum.
Meðan hon gekk á læraraskúla, arbeiddi hon á skrivstovuni á Føroya Saltsølu eftir skúlatíð, og eftir at hon hevði fingið læraraprógvið í 1964, arbeiddi hon fast á skrivstovuni til 1966, tá hon fekk starv sum lærari á Specialskúlanum.
Óluva er gift við Jóannes Skaale, úr Havn. Børnini hjá teimum eru: Magni, Sjúrður, Guttormur og Eydna.
Óluva og Jóannes eiga fimm ommu- og abbabørn.