Givin at svølta seg

Fyrrverandi ukrainski forsætisráðharrin Julia Timosjenko er gingin við til at gevast við hungursverkfallinum, sum hon byrjaði tann 29. oktober fyri at mótmæla tjóðartingsvalinum, sum var dagin fyri.

Lækni hennara sigur, at hon gevst við hungursverkfallinum í kvøld.

Julia Timosjenko er dømd sjey ára fongsul fyri valdsmisnýtslu, men hon hevur verið á sjúkrahúsi ta seinastu tíðina orsakað av trupulleikum við rygginum. Lækni hennara bað í dag myndugleikarnar bøta um umstøðurnar í fongslinum, samstundis sum hann bað teir sløkkja vakmyndatólini, sum halda eygað við Timosjenko.