Leitingin eftir manninum, sum slóg út av Anitu í fyrrakvøldið, er nú steðgað.
Tað sigur MRCC í Tórshavn í kvøld
Anita og Brimil hava leitað í allan gjár og í allan dag, men alt til fánýtis.
Leitingin steðgaði tá ið tað varð vorðið myrkt í kvøld.
- Útlitini at finna mannin eru nú sera vánalig, eftir at so long tíð er fráliðin, og leitiøkið er vorðið so stórt.
Avgerð um at steðga leitingin i, er tikin samráð við reiðaríið hjá Anitu.
Tað umleið klokkan 19 týskvøldið, at maðurin fór fyri borð.
Hetta hendi, meðan Anita setti gørn. Anita fór sjálv at leita beinanvegin, men í gjáramorgunin klokkan 9. Kom eisini Brimil á staðið.
Eingi onnur skip vóru á leiðini har maðurin slóð út. Av tí at fjarstøðan úr landi var so stór, umleið 180 fjórðingar av flogvøllinum í Vágum, kundi tyrlan ikka vera við í leitingini.
- Veðrið var sera ringt tað kvøldið, um 20-25 metrar um sekundið og seks metra høg alda.
|