Norska verjan er givin at leita eftir ferðskrivaranum úr Hercules-flogfarinum, sum datt niður við svenska fjallið Kebnekaise tann 15.mars. Ferðskrivarin skrásetir upplýsingar um flogfarið og ferðina, og í norsku verjuni vónaðu tey, at skrivarin kundi vísa, hvat hendi vanlukkukvøldið.
Eftir avtalu við ta svensku skaðanevndina hava 15 norskir hermenn og ein norsk tyrla leitað eftir ferðskrivaranum síðani týsdagin, men uttan úrslit, skrivar NTB.
Seinasta vikuskiftið funnu bjargingarfólk tað tólið, sum skrásetti tað, sum bleiv sagt í vanlukkuflogfarinum.
Vanlukkan við Hercules-flogfarinum kravdi fimm mannalív.










