MÁLIÐ um uppsagnirnar á Landssjúkrahúsinum fekk eina knappliga vend mánadagin, tá landsstýriskvinnan í heilsumálum, Helena Dam á Neystabø gjørdi bart og segði sjúkrahúsleiðaran á Landssjúkrahúsinum, úr starvinum - ella rættari gav til kennar, at hann fór at verða uppsagdur. Grundgevingin er illoyalitetur mótvegis politiska arbeiðsgevaranum, somu Helenu Dam á Neystabø. Síðani vit fingu nýggja stýrisskipanarlóg er tað fleiri ferðir hent, at landsstýrismenn hava sagt upp embætismenn, og eins og áður er spurningurin aftur frammi nú, um hesar uppsøgnir í veruleikanum eru ?politiskar?, tvs. at landsstýrismenn fyri at bjarga egnum skinni lata egið tørvandi politiskt handalag ganga út yvir sínar embætismenn. Í aktuella sjúkrahúsmálinum er tað nú komið hartil, at sjúkrahúsleiðarin, Jákup Mørkøre hevur fingið sekkin, tí hann hevur ikki verið nóg loyalur móti sínum politiska arbeiðsgevara. Men sami Jákup Mørkøre letur í brævi, sum Sosialurin hevur fingið innlit í, koma til sjóndar, at hann er einki minni enn eitt offur í einum politiskum leiki. Hann sigur, at hann hevur bert gjørt eftir boðum frá landsstýriskonuni og hennara aðalstýri, sum eisini hava verið vitandi um allar uppsøgnirnar og gongdina í málinum annars.
NÚ er sjálvandi ringt at siga, hvør sigur sætt í øllum hesum. Men vit meta kortini, at Helena Dam á Neystabø hevur verið undir so stórum trýsti frá løgmanni, at fekk Jákup Mørkøre ikki sekkin, so fór hon sjálv at verða uppsøgd. Og spurningurin er, um ikki landsstýriskonan átti at tikið avleiðingarnar av málinum og sagt seg úr starvinum. Tí Helena Dam á Neystabø veit - og tað veit hennara høgra hond í hennara egna aðalstýri, Høgni Joensen eisini - at sjúkrahúsmálið alt sum tað er er so eldfimt, at tað er nærum ómøguligt at fáa gjørt tingini nóg nøktandi. Ein skuldi trúð, náttúrlig avleiðing av, at embætismaðurin nú er uppsagdur, er, at nú verður alt at ganga strúkandi á sjúkrahúsøkinum, tí forðingar eru fyribeindar. Men soleiðis verður tað neyvan. Tí - og hetta hava vit gjørt vart við fleiri ferðir á hesum stað - tað finst ikki ein politiskur meiriluti í Føroyum, sum veruliga ynskir at bøta um viðurskiftini á Landssjúkrahúsinum. Væl kann tað vera, at játtanir eru hækkaðar, men samanumkemur og vit taka lønarhækkingar ol. uppí, so hevur gongdin verið tann sama øll seinastu árini: Landssjúkrahúsið er mishildið av politisku skipanini. Og tað er eisini greitt, at Helena Dam á Neystabø hevur ikki havt nógvar tjansir í Tinganesi at sannføra veruligu valdsharrarnar í landinum, løgmann og fíggjarmálaráðharran um týdningin av - nú landið hevur so stórt yvirskot - at kunna brúka part av tí til at menna Landssjúkrahúsið.
SØGAN endurtekur seg. Vit minnast, hvussu kontantur táverandi sjúkrahússtjórin Høgni Joensen var, tá hann alment boðaði frá avleiðingunum av skerdu játtanunum til sjúkrahúsøkið. Minnast vit rætt, so legði hann ?kalt og kyniskt? køldu tølini á borðið. Politiskar skerjingar vóru = 100 uppasagnir ella nakað í tann stíl. Og úrslitið var eitt gallróp frá politikarunum.Hvat bilti hesin embætismaðurin sær inn: Men hann gjørdi ikki annað enn at leggja veruleikan fram júst sum eftirmaður hansara JM hevur gjørt nú. Eingin ivi er um, at JM er vorðin syndabukkur í einum politiskum spæli, har starvið hjá Helenu Dam á Neystabø hekk í einum klønum tráð. Við uppsøgnini av JM hevur HDN givið sær sjálvum eitt misálit.