Manchester City keypti sunnudagin írska landsliðsmálverjan hjá Newcastle, Shey Given. Given hevur í fleiri ár verið roknaður millum fremstu málverjarnar í enskum fótbólti, og skiftið var heldur ikki nakað, sum FCK-venjarin Ståle Solbakken fegnaðist um. – Teir hava fingið ein betri málverja. Hann er tryggari og meira royndur enn Joe Hart, sigur Ståle Solbakken við danska EkstraBladet. FCK skal í vár spæla móti Manchester City í UEFA-Cup kappingini.